Jeanne Jensen 80 ár

Leygardagin 6. september fyllir Jeanne Jensen (fødd Rubeksen) undir Svartafossi, 80 ár.

Jeanna er fødd í Havn, og foreldur hennara vóru Samuel Sofus Rubeksen (vanliga nevndur Sámal

í Smiðjustovu) og Agnes Rubeksen (fødd Jacobsen ættað úr Norðastovu á Toftum).


Jeanna var gift við Holgar Jensen, møbilhandlara frá Broager í Jútlandi, sum doyði í 1986.


Tey bygd hús undir Svartafossi, har foreldrini hjá Jeannu høvdu bygd, og býr Jeanna har í dag.

Jeanna og Holgar fingu tvær døtur, onnur býr í Svendborg og hin í Tórshavn.


Jeanna og Holgar høvdu stóran møbilhandil í Havn, og vóru tey saman um hetta til tey stongdu handilin í áttatiárinum.


Tey hava eisini verið virkin innan felagslívið í Havn, og vóru tey m.a. við í GHM og stovnan av Dansifrøi. Jeanna er rættuliga aktiv, tað er ikki dagur at hon ikki hevur samband við síni børn, ommu- og langommubørn, eins og familjuna í Havn.


Føðingardagurin verður hildin saman við børnunum á Louisenlund nr. 23 Svendborg.



HM.