Jeanna Jensen 75 ár

Í dag, leygardagin 6. september, fyllir Jeanna Jensen, f. Rubeksen, undir Svartafossi í Havn, 75 ár.

Jeanna er fødd í Havn, og foreldur hennara vóru Samuel Sofus Rubeksen, vanliga nevndur Sámal í Smiðjustovu, og Agnes Rubeksen, f. Jacobsen, ættað úr Norðastovu á Toftum.
Jeanna var gift við Holger Jensen, møbilhandlara frá Broager í Jútlandi, sum doyði í 1986.
Tey bygdu sær hús undir Svartafossi, har foreldrini hjá Jeannu høvdu bygt, og býr Jeanna har enn í dag.
Jeanna og Holger høvdu stóran møbilhandil í Havn, og vóru tey saman um hetta, til tey stongdu handilin í áttatiárunum.
Tey hava eisini verið virkin innan ymiskt felagslív í Havn, og vóru tey m.a. við til at stovna Dansifrøi, og er Jeanna enn í dag virkin í felagnum. Eisini gongur hon nógv upp í síni børn, ommu- og langommubarn.
Jeanna og Holger fingu tvær døtur, onnur býr í Svendborg í Danmark og hin í Havn.
Føðingardagurin verður hildin saman við børnunum í Danmark.