Jeanna í Lágabø forkvinna í eldraráðnum í Suðuroy

Eldraráðið skal koma við hugskotum og virka fyri, at royndir og vitan hjá teimum eldru verða virðismett og gagnnýtt.

 

Eldraráði í Suðuroy hevur skipað seg við Jeannu í Lágabø í Vági sum forkvinnu.

 

Eldraráðið í Suðuroy er rágevi hjá Bú-og Heimatænastuni í oynni og er millumliðið í samskiftinum millum eldru borgarnar í Suðuroy og Bú-og Heimatænastuna.

 

Eldraráðið skal koma við hugskotum og virka fyri, at royndir og vitan hjá teimum eldru verða virðismett og gagnnýtt.

 

Í eldraráðnum í Suðuroy eru: Jeanna  í Lágabø, Vágur, forkvinna, Finnleif Guttesen, Tvøroyri, næstformaður, Ásbjørn Berg, Hov, peningarøkil og Elinborg Nolsøe, Sumba, skrivari.

 

Hini í nevndini eru: Súsanna Niclasen, Hvalba, Marianna Jacobsen, Tvøroyri, John Jensen, Porkeri og Elitha Hjelm, Vágur.