Tónleikur
Ragnhild Ellingsgaard
Klaksvík:
Nú fríggjakvøldið fer Jeanett Debb at trína pallin í KÍ- høllini í Klaksvík. Saman við henni verða eisini dansarir, og kemur hon at undirhalda klaksvíkingum og øðrum við góðum og løttum popp-tónleiki.
Flest føroyingar munnu minnast Jeanett frá donsku sjónarpsrøðini Hit Med Sangen, har hon kappaðist saman við Pæturi við Keldu fyri eini tíð síðani.
Jeanett luttók á Danska Melodi Grand Prixnum, men meir kend man hon vera sum tann, ið átti eyðkennislagið til fyrstu Big Brother-sendirøðina.
Tað er Jan Gardar, sum hevur fingið Jeanett hendavegin.
Hittust til FCK-dyst
Jan greiðir frá, at alt byrjaði, tá hann var í Danmark og hugdi eftir seinasta Super Liga dystunum í fjør, sum var millum OB og FCK. Úrslitið av dystinum varð, at Todi Jónsson, saman við hinum í FCK, gjørdist danskur meistari. Men eisini okkurt annað úrslit spurdist burtur úr hesum degi.
Jeanett Debb undirhelt í hálvleikinum, og eftir dystin kom Jan á tal við hana. Tá visti hann ikki, at hon seinni eisini skuldi luttaka í Danska Melodi Grand Prixnum.
- Vit prátaðu um tónleik og annað, og eg spurdi hana so, um hon ikki hevði hug at koma til Føroya at framføra, greiðir Jan frá.
Og áhugin var beinanvegin til staðar. Síðani hava tey tosað saman fleiri ferðir, og Jeanett er sera spent til túrin her á klettunum.
- Fyri nøkrum døgum síðani fór hon enntá út og keypti sær fleiri bøkur um Føroyar, so áhugin er í lagi, sigur Jan.
Tvær konsertir
Tvær konsertir eru á skránni hetta vikuskiftið. Tann fyrra verður í KÍ-høllini fríggjakvøldið klokkan 23.00, meðan tann seinna verður í høllini á Kambsdali leygarkvøldið, eisini klokkan 23.00.
Konsertirnar byrja við klaksvíksbólkinum Chain, sum skal hita áhoyrarnar upp til kendu donsku songkvinnuna.
Jan sigur, at longu nú hevur hann merkt til ein stóran áhuga millum fólk, so hann ivast ikki í, at talan verður um tvey væleydnaði konsert-tiltøk.










