Pál Joensen svam seg í morgun í finaluna í 800 metra frí í EM kappingini í Berlin. Pál Joensen hevði bestu tíðina. Hann svam í fjórða og seinasta riðli, so hann visti júst hvussu nóg skuldi til. Hóast Pál Joensen so seint sum í gjár vann silvur á 1.500 metra frí, so var hann væl fyri í mogun.
Hoyr samrøðuna við Pál Joensen við at trýsta á pílin undir myndini. (Rókur í Jákupsstovu hevur gjørt samrøðuna)
- Eg havði fylgt ráðunum um at koma fyri meg slaviskt. Bæði hvat viðvíkur mati og hvíld, men eisini ísbað og líknandi, sigur Pál Joensen í samrøðu við Rók í Jákupsstovu.
Pál Joensen greiðir eisni frá í samrøðu júst hvussu han hevur gjørt, fyri at koma fyri seg. Hann greiðir serliga hvat hann skal eta og hvussu hann skal uppføra í fyrsta tímanum eftir eina svimjing.
Tað taktiska verður avgerandi
Í morgin verður so finalan í 800 metra frí. Spurningurin er so um Pál Joensen hevur nakað eftir av orku?
- Eg vóni tað. Tað kendist gott at at svimja í morgun, men eg brúki nokk so nógvar kreftir. Tað gjørdu hinir eisini. Teir vóru ikki komnir seg líka væl sum eg, sigur Pál Joensen og leggur afturat.
- Tað verður ikki tað kropsliga, sum kemur at avgera teir seinastu tíggjunda partarnar í annakvøld. Eg trúgvi heldur, at tað verður tað taktiska, ið kemur at avgera tað, sigur Pál Joensen víðari.
Hann leggur afturat, at kappingin í gjár, tá hann vann silvur á 1.500 metra frí, er ein av hansara bestu kappingum, tá hugsað verður um tað taktiska.
Hann ásannar eisini, at finalan í annaðkvøld kann blíva “tricky”, tí talan er um eitt sterkt felt.










