Hetta skrivar Tutl, plátufelagið:
Frum EPin eftir jazzygold er eitt savn við seks løgum, ið taka lurtaran við á eina inniliga ferð gjøgnum tema um samleika, mótstøðuføri og sjálvuppdagan.
Hon fangar kjarnuna í søguni hjá jazzygold í ráum, inniligum tekstum og stemningsfullum ljóðmyndum. Frá sárbærum løtum til kraftmikla umfevnan av sjálvsvirði, avdúkar hvørt lag ein nýggjan kapittul í hennara menning, .
'it's been a while' stendst av stakløgum sum homerun, ex-friends og gold, hvørt lag eitt glimmur í menningarferðini hjá jazzygold.
Hendan EPin gevur lurtarunum møguleika at hugleiða, relatera og finna styrki í sínum egnu søgum.
Fløgurnar eru heimagjørdar av jazzygold sjálvari. 10" plátan er litað gull (sjálvandi) og eisini er ein plakat, sum kann keypast afturat.