Jazzur við Heðin Ziska Davidsen

Hvonn Lounge er staðið í Havnini har fólk hittast at hoyra jazz. Týskvøldið er so aftur jazzur á Hvonn. Hesaferð er tað ein sera spennandi bólkur, ið fer at framføra. Loungin hevur eisini fingurin á pulsinum hvat tónleiki viðvíkjur. Tey hava latið hurðarnar upp fyri jazz tónum týskvøld og samstundis hevur Hvonn Lounge gjørt stórar íløgur. Millum annað hava tey keypt eitt klaver og eitt nýmótans ljóð anlegg, soleiðis at umstøðurnar hjá tónleikinum eru so góðar sum til ber. Í skjótt eitt ár hevur Hvonn havt livandi jazztónleik hvørt týskvøld.

 

Týskvøldið er so aftur jazzur á Hvonn. Hesaferð er tað ein sera spennandi bólkur, ið fer at framføra. Tað er Heðin Ziska Davidsen, ið leikar á guitar, Mikael Blak, ið leikar á bass, Óli Olsen, ið leikar á klaver og Brandur Jacobsen ið leikar á trummir. Væntast kann tónleikur á høgum støði. Progressivur lounge jazzur!

Heðin er serliga kendur sum guitarleikarin í Yggdrasil og Hatespeech, men hevur eisini sín egna bólk, ið nevnist Tjant. Hesin bólkur hevur útgivið tvær fløgur. Nevnast kann eisini, at Mikael, Brandur og Óli eisini eru partur av Tjant.

Mikael er bassistur í 200, fastur bassistur hjá Teiti Lassen eins og hann eisini er partur av Yggdrasil.

Óli Olsen er kanska serliga kendur úr bólkinum Enekk men áleið síðsta árið hevur hann eisini verið partur av bólkinum Crawling Blue, ið gevur út fløgu síðst í mars.

Brandur er ein sera virkin trummuleikari. Hann er partur av bólkinum Yggdrasil, Crawling Blue, fastur trummuleikari hjá Høgna Lisberg eins og hann hevur útgivið tvær fløgur í egnum navni.

Tónleikurin byrjar kl 21.

Tað er týskvøld, tað er Hvonn, tað er jazzur, Tað er tað.