Sum ein liður í Copenhagen Jazzfestival skipar Bryggjan fyri áhugaverdum jazzkonsertum í vikuskiftinum 13.-15. juli. Í samstarvi við Artiscope hevur Norðurbryggjan skipað fyri ymsum smáum festivalum seinasta árið. Hesir hava fingið felagsheiti Musikinvasion07. Ísslag (hip-hop festivalur) og Ljómandi Kuldabrúgv (singer/songwriter festivalur) hava longu verið, og nú er tíðin komin at loyva jazzinum framat.
Festivalurin verður 13.-15. juli og er ein partur av Copenhagen Jazzfestival. Føroyska umboðið á hesum festivalinum verður Leivur Thomsen Trio, ið er samansettur av Leivi Thomsen (gittar), Rógva á Rógvi (trummur), Arnoldi Ludvig og sum kremið á lagkøkuni; Joel Wästberg (sax). Bólkurin spælir rokkutan jazz, men fýrir ikki fyri at royna nýggjar leiðir.
Skráin sær annars soleiðis út:
Fríggjadagur tann 13. juli kl. 20.00
LEIVUR THOMSEN TRIO (FO) feat. Joel Wästberg (S)
Leygardagur tann 14. juli kl. 20.00
DIVA AND THE JAZZMAN (IS)
Sunnudagur tann 15. juli kl. 19.00
EMIL DE WAAL+ (DK) & FLÍS (IS)
Les meiri um festivalin á www.bryggen.dk