Kendi amerikanski rapparin, Jay-Z, fer í heyst at hava sín fyrsta tónleikafestival. Á festivalinum verður nógvur ymiskur tónleikur at hoyra, men festivalgestir skulu ikki vænta at hoyra nýggjar tónar frá rapparanum sjálvum.
Festivalurin, sum hevur fingið heitið Made In America, fer fram í Philadelphia í USA í døgunum 1. og 2. september. Higartil er einans eitt navn kunngjørt frá festivalinum, og tað er Jay-Z, sum fer at upptraðka við fleiri av sínum kendu hittum. Mánadagin verða hini nøvnini kunngjørd, og sambært fyrireikarunum kunnu fólk vænta eitt sindur av hvørjum, tí har verður bæði rokkur, hiphop, RnB. latin og dance at hoyra.
Eingin nýggir tónar verða at hoyra, tá Jay-Z fer á stóra pallin, tí Jay-Z, sum fyri stuttum bleiv pápi, hevur bert skrivað ein sang í longri tíð, og tað er lagið Glory, sum er skrivað til dóttrina hjá honum og Beyoncé.