Runavík: Við einum skattaprosenti uppá 22 væntar Runavíkar kommuna at fáa 99 mió krónur inn í skatti komandi ár – 97 frá persónsskatti og 2 frá partafelagsskatti. ??Hetta kom fram í umrøðuni av fíggjarætlanini fyri 2010, sum javnvigar við 99,021 mió krónum. ??Á útreiðslusíðuni fer ikki óvæntað størsta játtanin til raksturin, sum er mettur til 69,271 mió, meðan íløgur og fíggjarkostnaður eru góðar 13 mió hvør. ??Skattaprosentið verður óbroytt komandi ár, og tað er barnafrádrátturin eisini – 4000 krónur. ??Nevnast kann, at kommunuskuldin í Runavík er við árslok farin upp um eina álíkning, men ætlanin er koma undir eina álíkning í skuld í komandi ári.??sb.????Myndatekstur:??Sama skattaprosent og óbroyttur barnafrádráttur í Runavík