Javnt við 9 monnum

Tað eydnaðist FC Amager seinnapartiní gjár at fara úr Næstevd við einum stigi. Heimaliðið varð roknað at vera favorittur, og eftir eitt korter legði Næstved seg á odda. Leiðslan helt inntil fýra minuttir eftir steðgin. Tá javnaði toppskjúttin Anders Jochumsen. FC Amager legði seg eisini á odda við vøkrum langskoti frá Morten Juul Hansen, men sjey minuttir fyri leiklok javnaði Næstved. Síðstu løtuna var tað ikki frítt, at tað stóð á hjá FC Amager, sum megnaði at varðveita 2-2, hóast teir seinastu 40 minuttirnar spældu við 10 monnum. Og í yvirtíðini sá ein annar reytt, tá ið hann hevði sæð gult fyri aðru ferð.