Hóast teir vóru undirmannaðir allan 2. hálvleik, so megnaðu argjamenn at fara úr Streymnesi við einum stigi. Úrslitið varð 2-2.
AB var á odda 2-0, inntil tað bara restaði ein lítil løta av 1. hálvleiki. Avgerandi fyri gongdina var tað, at Evrard Ble varð vístur av vøllinum, tá ið tað restaðu fimm minuttir av 1. hálvleiki, og at EB/Streymur megnaði at minka um munin til 2-1, áðrenn spælararnir fóru at hvíla seg.
AB málini skoraðu Rógvi Poulsen og Evrard Ble, og fyri heimaliðið vóru tað Arnbjørn Hansen og Károly Potemkin.