Javnt í Ísrael

Tað stendur á jøvnum í ísraelska tjóðartinginum aftan á valið í gjár.

Valnevndin segði í morgun, at tá 99,8 prosent av atkvøðunum vóru taldar, høvdu høgravongurin og vinstravongurin fingið hvør sínar 60 tinglimir.

Tey fyrstu tølini í gjárkvøldið bendu annars á ein tepran sigur til høgravongin við Benjamin Netanyahu, forsætisráðharra á odda. Forsagnirnar góvu høgravonginum 61 ella 62 tinglimir.

Politiskir eygleiðarar í Jerusalem siga, at endar valið 60-60, verður tað torført at skipa stjórn.