Fyrra finaluumfarið í yngstu gentudeildini varð spælt í Havn leygardagin. B36, sum er eitt av liðunum í finaluni, var vertur fyri kappingini. Hini liðini eru GÍ, KÍ og VB/Sumba.
Eftir fyrra finaluumfarið er einki avgjørt, og tað er framvegis púra opið, hvør verður føroyameistari í hesari deild.
Øll liðini vunnu ein dyst, og síðani mistu tey eisini stig ímóti hvørjum øðrum. B36 hevur lítlan fyrimun við fimm stigum, meðan KÍ og GÍ bæði hava fýra stig. VB/Sumba hevur eisini møguleika at vinna deildina, tí liðið hevur trý stig.
Seinna finaluumfarið hjá pinkum verður spælt í Gøtu leygardagin.
FM-bólkur, pinkur
Úrslit, fyrra finaluumfar
B36-KÍa 0-0
GÍ-VB/S 0-2
GÍ-B36 0-0
VB/S-KÍ 0-1
B36-VB/S 2-0
KÍa-GÍ 2-3
Støðan
1. B36 3 2-0 5
2. KÍa 3 3-3 4
3. GÍ 3 3-4 4
4. VB/S 3 2-3 3