FC Amager spældi í gjár ímóti Fredericia í donsku 1. deild. Leingi sá einki serligt út hjá Toda og teimum, tí eftir góðum hálvum tíma stóð 0-2 á talvuni. Tað eydnaðist tó heimaliðnum at fáa stig burtur úr dystinum kortini. Beint fyri steðgin minkaði Anders Jochumsen um munin, og nakað inn í seinna hálvleik javnaði Mohammed Abdalas til endaliga úrslitið. FC Amager hevur tvey stig eftir fyrstu tríggjar dystirnar. Og hartil hevur felagið kært dómin, har teir mistu tey trý stigini, sum annars vóru fingin til høldar móti Lyngby í fyrsta dystinum.