Grannarnir í Gundadali samdust seinnapartin væl í landskappingardystinum í næstbestu deildini.
Úrslitið millum HB og B36 var 1-1. Unglingaspælarin Jóhan Petur Holm legði tíðliga í 1. hálvleiki HB á odda, og ein av ungu B36 monnunum, Jóhan Ellingsgaard, javnaði undan steðginum til 1-1.
Eftir steðgin kom einki mál, og harvið fingu HB og B36 eitt stig í part.









