Javnstøðunevndin gevur barnagørðum jólagávu

Í hesum døgum fáa allir barnagarðar í Føroyum eina jólagávu frá Javnstøðunevndini. Talan er um bókina Hin dagin tá ið Rebekka var Rasmus. Hin dagin tá ið Fríðrikkur

var Fríða. Bókin er til børn í barnagarðsaldri.

Í bókini eru tvær søgur. Tær snúgva seg um ein drong og eina gentu, sum ein morgunin vakna og eru hitt kynið.

Vit fylgja børnunum ein dag bæði heima og í barnagarðinum og hoyra um, hvat vit vænta og krevja av teimum í mun til, um tey eru genta ella drongur. Javnstøðunevndin hevur tikið stig til útgávuna fyri at skapa orðaskifti um kynsleiklut og javnstøðu.

Stundum hava gentur og dreingir fastlæstar fatanir av, hvussu tey hvør sær skulu bera seg at, fyri at vera »rættar« gentur og »rættir« dreingir. Hetta kann vera

avmarkandi fyri teirra spæl.

Bókin er blivin til í einum samstarvi millum Bókadeild Føroya Lærarafelags og Javnstøðunevndina. Tað er Bókadeildin, sum hevur staðið fyri tí prakiska arbeiðinum.

Bókin er eisini útkomin á donskum og á íslendskum.

Danski høvundurin Louise Windfeldt hevur skrivað bókina, og Katrine Clante hevur teknað myndirnar. Anna Maria Reinert Jensen týddi tekstin úr donskum.

Onnur enn tey, ið ganga í barnagarð, kunnu sjálvandi eisini fáa fatur á bókini, tí hon fæst til keyps í bókahandlunum.