Javnstøðunevndin alment tiltak í Eysturoynni

Mikukvøldið skipar Javnstøðunenvdin fyri almennum tiltaki í Losjuni í Gøtu.

Hvussu ber til at sameina húsarhald og arbeiðslív? Hvussu er støðan hjá ungum monnum í Føroyum? Og hvørji evni eiga at verða tikin við í arbeiðið fyri javnstøðu í føroyska samfelagnum?

Hesir og aðrir spurningar, sum viðvíkja javnstøðu millum kyn, verða viðgjørdir á almennum tiltaki í Losjuni Glotti við Gøtugjógv mikukvøldið 6. oktober.

Á skránni verða 2 framløgur.

Ein framløga hevur heitið Arbeiðslív, húsarhald og javnstøða, og tað er Karin Jóhanna L. Knudsen, sum heldur hana. Karin Jóhanna er granskari og í starvi hjá Granskingardeplinum fyri Økismenning á Fróðskaparsetri Føroya.

Hin framløgan hevur heitið Fortíðarinnar hetjur í andróðri ? maskulinitetur og samleiki hjá ungum monnum í Føroyum. Hesa framløguna heldur Firouz Gaini, granskari og lektari á Fróðskaparsetri Føroya.

Endamálið við tiltakinum er at skapa áhuga fyri javnstøðu millum kyn og at viðgera javnstøðuspurningar frá ymsum sjónarhornum.

Tiltakið er alment og ókeypis og verður í Losjuni Glotti við Gøtugjógv mikukvøldið 6. oktober klokkan 19.30 til 21.