Javnstøða og javnrættur er eitt grundvirði í tjóðveldishugsjónini. Javnstøða og javnrættur millum tjóðir er óloysiliga samantengt við stríðið fyri javnstøðu og javnrætti millum allar samfelagsborgarar – og sjálvsagt millum menn og kvinnur.
Tað snýr seg um sama rætt og frælsi at virka, velja og verða vird í heiminum.
Tjóðveldi hevur altíð havt sterkar og virknar kvinnur í flokkinum og í politikki. Tað er fremsta orsøkin til, at stríðið fyri javnstøðu hevur verið so ovarlaga á dagsskránni. Bæði í flokkinum sjálvum og í eini røð av øðrum felagsskapum og samskipanum, hava tjóðveldiskvinnur verið oddafólk. Tað hevur eisini skapt grundarlag, siðvenjur og rúmd í flokkinum fyri fleiri kvinnum.
Hetta valskeiðið hava tildømis 6 ymiskar kvinnur úr Tjóðveldinum havt sæti á tingi – altso umframt tær tingvaldu, hava 4 aðrar kvinnur verið inni sum næsta fólk á listanum, tá tingfólk hava verið í farloyvi. Tað hevur hóast alt verið ein glotti í syndarligu kvinnuumboðanini á tingi og í landsstýri.
Tingkvinnurnar Heidi Petersen, Lisbeth L. Petersen og Annita á Fríðriksmørk, tóku stig til fundir millum kvinnur í Útnorðri. Tær tóku somuleiðis stig til átakið við Demokratiu, ið hevur sett vantandi kvinnuumboðanina í landspolitikki so greitt á skránna – og nú ítøkiliga eftirlýsir atgerð frá flokkunum.
Og Tjóðveldi kann greitt boða frá, at aðalstjórn floksins hevur góðkent:
Í valstríði floksins verður jøvn umboðan og jøvn profilering av kvinnum og monnum.
Skeið verða hildin fyri øllum valevnum um politiskt arbeiði, persónliga framløgu, fjølmiðlaupptraðkan v.m.
Í landsstýri og í øðrum álitissessum, sum Tjóðveldi velur, verður jøvn umboðan av kvinnum og monnum.
Tjóðveldi orðar og samtykkir ein javnstøðupolitikk fyri alt samfelagið. (Fyrsta stigið er uppskotið um miðvísa gransking í javnstøðu og um ein almennan javnstøðuportal, ið longu er lagt fram á ting).