Javnleikurin, sum eingin kundi brúka

VB/Sumba hevði nógv teir vandamestu møguleikarnar, men í fimm minuttir góvu teir AB tvey mál, sum hildu einum stigi eftir á Argjum

Fótbóltur

 

Tað vóru suðuroyingarnir, sum iðraðu seg, tá Eiler Rasmussen hevði bríksað seinasta bríkslið á Argjum mánakvøldið. Hóast AB í løtum var væl við í dystinum, so vóru tað gestirnir, sum skaptu flestu møguleikarnar. Og onkursvegna mundi tvey mála leiðslan, sum teir høvdu eitt skifti, bert kennast sum at pissa í buksurnar. Fløvin vardi í hvussu so er ikki serliga leingi hendan dagin.

Hjá AB hevði stórt fokus verið um málverjaspurningin undan dystinum. Við Magnusi E. Poulsen og Danny Rasmussen á skaðalistanum skuldi nýggjur maður finnast, og tað tók sína tíð, áðrenn FSF-lógirnar at enda vóru toygdar somikið, at ein fyribils loysn kundi fáast í lag.

Fyribils loysnin æt Tórður Thomsen, og hann fekk eina heldur óhpena byrjan upp á dystin. Bara átta minuttir vóru farnir, tá hann ikki helt einum skoti frá Birgiri Jørgensen. Skjótastur at fylgja upp var júst Birgir, og slíkan møguleika skal ein royndur málrevur ikki hava fleiri av.

Og tá VB/Sumba løtu seinni skoraði til 2-0, sá alt annað enn gott út hjá heimaliðnum. Hesa ferð slapp eitt fríspark at ferðast aftur til handara stólpa, har Súni úr Hørg við bringuni kundi beina bóltin í netið.

 

Gestirnir skuldu avgjørt

AB hevði kanska verið spælstýrandi fyrstu lítlu løtuna, og millum annað misnýtti Hendrik Rubeksen risa-møguleika, tá hann var púrasta leysur við Vlada Filipovic.

Eftir fyrstu løtuna tóktist VB/Sumba tó hava fingið tamarhald á, men tvær ferðir innan stutta tíð mistu teir tó markeringarnar.

Fyrru ferðina slapp Fróði Clementsen mest sum ótarnaður at stúta hornaspark inn við nærra stólpan, og seinnu ferðina var verjan als ikki vakin, tá ein skotroynd frá Jákupi Maritn Joensen endaði við, at Hendrik gjørdist púrasta leysur, og so var Súni Fríði fyrstur á, tá skotroyndin varð blokerað.

Slíkar løtur, har liðið ikki er nóg avgjørt, hava higar til kostað VB/Sumba dýrt, og tað gjørdu tær eisini, tað sum eftir var av dystinum. Tvær ferðir hevði Jón Krosslá nevnliga góðan møguleika at leggja gestirnar framum, og tá Evrad Ble fekk gult kort fyri film, heldur enn eitt brotsspark, skuldi eydnan ikki smíla til botnliðið.

AB megnaði hinvegin millum lítið og einki eftir steðgin. Fyri tað nógva varð roynt at senda langar bóltar inn um verjuna. Men aloftast skuldi bólturin nertast nakrar ferðirnar, áðrenn spælt varð, og tí kundu gestirnir seta rangstøðufelluna einar hálvt hundrað ferðir í seinna hálvleiki. Og um ikki, so høvdu teir í Dmitri Jankovic helst sterkasta spælaran á vøllinum í loftspælinum.

 

Niðurflytarar

Talvan tosar sítt týðiliga mál um, at bæði AB og VB/Sumba teljast millum mest upplagdu niðurflytingarkandidatarnar yvirhøvur. Tí partinum megnaði hvørgin parturin av mótprógva mánadagin, men bjartastu vónirnar í so máta hava suðuroyingarnir kanska. Teir megnaðu í løtum í munandi størri mun at spæla bóltin fram til møguleikar, og í Birgiri Jørgensen hava teir í øllum førum ein mann, sum kann taka av hesum. Argjamenn hava í sín lut Súna Fríða Barbá, og úrtøka hansara hevur eisini verið framúr higartil. Men skipaða spælið skal í øllum førum betrast munandi, um úrtøkan komandi 16 umførini skal verða størri, enn hon hevur verið tey fyrstu 11.