- Eg haldi at talan var um ein rættiliga javnan og taktiskan dyst, har tað í síðsta enda var upp á sítt pláss, at tað endaði við javnleiki, greiddi málskjúttin hjá B68, Julian Johnsson frá eftir dystin í gjár.
- Sjálvandi høvdu trý stig verið at fyritrekt, men nú er tað soleiðis, at vit nú hava fingið eitt stig aftrat og tað er positivt í mun til keðiligu úrslitini tveir seinastu dystirnar, so vit hava okkurt gott at byggja víðari á, segði Julian Johnsson.
Gøtuskurar høvdu ein eitt sindur beiskan smakk í munninum, tá vit hittu teir eftir dystin.
- Vit eru ikki nøgdir við javnleikin, men soleiðis sum dysturin bleiv, var tað helst eitt rætt úrslit, staðfesti Hanus Jacobsen hjá GÍ.
- Tó er tað harmiligt, at vit ikki fáa meiri burtur úr, tí úrslitini annars lagaðu jú seg til okkara fyrimun.
- Tað er heldur ikki nóg gott, at vit bara hava fingið tvey stig burtur úr dystum í móti VB/Sumba og B68, har vit helst kundu fingið seks. Sunnudagin er tað ÍF, og tá skulu vit helst hava trý stig, tá vit framman undan høvdu ætlað okkum nýggju stig úr hesum trimum dystunum, segði Hanus Jacobsen eftir dystin í gjár.
Sí annars www.portal.fo har mál, hæddarpunkt og samrøður við Julian Johnsson og Hanus Jacobsen eru at síggja.