Javnleikur var á góðari leið

Bæði B68 og ÍF vildu sera gjarna vinna botndystin á Toftum í gjár, men toppskjúttin hjá B68 ásannaði eftir dystin, at javnleikurin var eitt rættvíst úrslit.
- Vit høvdu yvirtakið í fyrra hálvleiki, men teir komu sera væl við í seinna hálvleiki. Bæði liðini høvdu kjansir at gera sigursmálið, men eg haldi, at javnleikur mundi verða á góðari leið, sigur Súni Fríði Barbá.- Liðini stríddust sera væl, og tað var ferð á spælinum, hóast tað ikki var so polerað allatíðina. Bæði vit og teir royndu at vinna dystin, og tí var dysturin undirhaldandi, sigur hann