Javnleikur í Vági - Kyndil vann arbeiðssigur í Klaksvík

Tað er framvegis stórur spenningur um 2. plássið í fremstu kvinnudeildini í hondbólti, men í dag vunnu kyndilskvinnur sær ein lítlan fyrimun. Kyndilskvinnur eru nú eitt stig frammanfyri VÌF/Tjaldur.

 

Kyndilskvinnur vunnu 19-16 ímóti Stjørnuni norðuri í Klaksvík. Støðan í steðginum varð 12-7 til Kyndil. Eitt skiftið í seinna hálvleiki kom Stjørnan uppá 14-15, men kyndilskvinnur og serliga verjan stríddust væl, og tær megnaðu at bera heim ein 19-16 sigur.

 

Suðuri í Vági varð hádrama. Dysturin millum VB og VÍF/Tjaldur endaði við javnleiki 27-17. VB varð á odda 15-13 í steðginum. VÍF/Tjaldur javnaði til 27-27, tá 90 sekund vóru eftir av dystinum. Beint áðrenn útjavnandi málið til 27-27 brendu vágskvinnur eitt brotskast. Seinastu løtuna brendu bæði liðini stórar málmøguleikar.

 

Støðan :

 

1. Neistin 15 dystir 30 stig

2. Kyndil 16 dystir 18 stig

--------------------------------------

3. VÌF/Tjaldur 16 dystir 17 stig

4. VB 16 dystir 11 stig

5. StÌF 14 dystir 9 stig

6. Stjørnan 15 dystir 7 stig