Javnleikur í oddadystinum

Kvinnuliðini hjá B36 og KÍ spældu í gjárkvøldið málleysan javnleik í Gundadali. Undan dystinum var B36 trý stig framman fyri KÍ, og tí høvdu gestirnir als ikki ráð at tapa.

Uppskriftin hjá heimaliðnum var hin sama, sum tá tær vunnu 1-0 á KÍ fyrr í ár. Tær løgdu dent á verjupartin, fyri síðani at dúva upp á skjótálop, og fyri tað nógva eydnaðist hetta eisini. Ta einu ferðina høvdu tær eisini bóltin í netinum, men málið varð tó kolldømt fyri rangstøðu.

Mál komu tó ikki, og tí er munurin millum liðini framvegis tann sami.