Real Madrid og Manchester United fingu hvør sítt mál í nógv umtalaðu Champions League uppgerðini. Danny Welbeck skoraði fyri Manchester United, meðan Cristiano Ronaldo skoraði fyri Real Madrid.
Sir Alex Ferguson, venjari hjá Manchester United, valdi at byrja við eini framrættaðari uppstilling við Shinji Kagawa, Wayne Rooney, Danny Welbeck og Robin Van Persie. Tað vóru eisini gestirnir úr Manchester, sum komu á odda. Tað gjørdu teir eftir tjúgu minuttir, tá Danny Welbeck varð hægstur eftir hornaspark, og stútaði bótin í mótsatta síðunet.
Tað gingu bara tíggju minuttir, so svaraðu Real Madrid og Cristiano Ronaldo aftur. Fyrrverandi Manchester United vongurin var væl hægstur eftir innlegg úr vinstru. Hann tóktis nærmast hanga í luftin og so setti hann væl smurda skallan á bóltin, sum fór sigladi í málið aftanfyri David De Gea.
Hetta er sjeyndu ferð, at Cristiano Ronaldo stútar eitt mál í Champions League. Bara Didier Drogba hevur skorað fleiri mál við høvdninum síðani 2003/04 kappingarárið, skrivar Opta.
Í seinna hálvleiki hevði Real Madrid bóltin fyri tað mesta, meðan gestirnir spældu upp á skjót mótálop. Tjúgu minuttir fyri tíð hevði Robin Van Persie tveir risa møguleikar at leggja Manchester United á odda, men fyrru ferðina rakti hann tvørstongina, og seinnu ferð bjargaði Xabi Alonso á strikuni.
Real Madrid hevði eisini sínar møguleikar, men David De Gea stóð væl í málinum hjá Manchester United. Móti endanum fór ferðin úr dystinum og alt endaði við 1-1 javnleiki.
Í Ukraina kom Shakhtar Donetsk á odda við beinleiðis frísparki, sum Darijo Srna smekkaði í kassan. Fimm minuttir fyri hálvleik javnaði Robert Lewandowski, tá hann við nøkrum, ið minti um eina skotfintu, snýtti verjuna og lættliga kundi trilla bóltin í málið.
Tjúgu minuttir inn í seinna hálvleik legði innskifti Doglas Costa Shakhtar Donetsk á odda, tá hann kroystur tamdi bóltin og smekkaði til fyrstu ferð í málið. Borussia Dortmund javnaði stutt fyri tíð við málið, sum miðverjin, Mats Hummels, skoraði.
Sostatt endaði hesin dysturin eisini við javnleiki.
Champions League Fyrru 1/8 finalur:
Real Madrid Manchester United 1-1 (1-1)
0-1 Danny Welbeck, 21
1-1 Cristiano Ronaldo, 31
Shakhtar Donetsk Borussia Dortmund 2-1 (1-1)
1-0 Darijo Srna, 30
1-1 Robert Lewandowki, 41
2-1 Doglas Costa, 68
2-2 Mats Hummels, 87