Javnleikur í øllum førum

Óli Johannesen skoraði, men Hvidovre máttu taka til takkar við javnleiki móti uppflytarunum úr Skive. Øssur Hansen og B93 spældu javnt móti Horsens

 

Danmark


Umframt føroysku umboðanina í Superliguni, so hava føroyingar nú eisini fleiri leikarar í næst bestu donsku deildini.

Óli Johannesen og Hvidovre hava ætlanir um at gera seg galdandi í oddinum hetta kappingarárið, men byrjanin hevur ikki verið nøkur serlig hjá teimum.


Eftir at hava tapt fyri Øssi Hansen og B93 fyri viku síðani, leikti Hvidovre sunnudagin móti uppflytarunum úr Skive, og heldur ikki her eydnaðist Hvidovre at fáa fulla úrtøku.

Óli Johannesen legði annars Hvidovre á odda í fyrra hálvleiki, men Skive svaraði aftur, og tað var ikki fyrr enn stutt undan leikloki, at tað eydnaðist Hvidovre at tryggja sær javnleikin.

Øssur Hansen og B93 høvdu torføra uppgávu, tá teir á heimavølli royndu seg móti AC Horsens. Javnleikur má tí metast sum eitt hampuliga gott úrslit, men ivaleyst munnu teir í árstalsfelagnum iðra seg um, at tað ikki eydnaðist teimum at halda fast um leiðsluna, teir vunnu sær í fyrra hálvleiki. Horsens javnaði leiðsluna undan steðginum.

Seinasti føroyingurin í deildini er Atli Gregersen, sum spælir við Randers Freja. Teir spældu á heimavølli málleysan javnleik móti FC Aarhus, og eiga eins og Hvidovre fyrsta sigurin til góðar.