Næstbesta liðið hjá KÍ kom leygardagin yvir um fjørðin at vitja leirvíkingar. Við sær í skjáttuni heim aftur høvdu klaksvíkingar tað eina stigið.
Tamur dystur
Fyrri hálvleikur endaði málleysur, men í seinna hálvleiki kom gongd á málskjótingina. Magni Høgnesen legði heimaliðið á odda 1-0, men Gunnleif Biskopstø var aftur hetta vikuskiftið á blettinum fyri KÍ, og hann javnaði til endaliga úrslitið 1-1. Við javnleikinum leygardagin hevur LÍF nú seks stig á næstaftasta plássið, og tað eru trý fleiri enn VB, sum er aftast.
Klaksvíkingar liggja nummar sjey við níggju stigum, meðan B36 er beint aftan fyri teir við átta stigum. Eitt fitt petti er upp til nummar seks, sum er Sumba við 14 stigum.
LÍF-KÍ 1-1(0-0)
1-0 Magni Høgnesen
1-1 Gunnleif Biskopstø










