Íslendska Fram við Hans Fróða Hansen og Fróða Benjaminsen leikti mánakvøldið javnt móti oddaliðnum, Fylkir, tá teir leiktu sín fimta dyst hetta kappingarárið.
Fram var á odda í steðginum, eftir at mótstøðumaður hevði gjørt sjálvmál, men í seinna hálvleiki eydnaðist Fylkir at javna.
Eftir javnleikin er Fram á sjeynda plássinum í deildini. ÍA við Julian Johnsson á liðnum er á triðja plássinum, men teir hava leikt ein dyst færri enn oddaliðið.