KÍ legði bragdliga fyri, men Vìkingur kom aftur í aftur Tað leikar javnt á ímillum Vìking og KÍ í kvøld.
Men Klaksvíkingar løgdu bragdliga fyri, tí longu í fyrsta minutti legði John Hammer KÍ á odda.
Hendan støðan helt sær til 20 minuttir vóru farnir. Tá fekk Víkingur hornaspark í vinstru síðu.
Bólturin, sum kom innfyri, hoppaði aftur og fram í brotsteiginum og tað endaði við, at Símun Louis Jacobsen fekk høvdið á bóltin og stútaði hann í einum ógvuliga bleytum boga upp um Jákup Mikkelsen í KÍ málinum, sum sá ógvuliga passivur út.
Dysturin byrjaði klokkan 19, so har hava teir spælt ein góðan hálvan tíma