Javnleikur ímóti ÍF í Fuglafirði var á einari leið, sambært høvuðsvenjaranum hjá B36, Eyðuni Klakstein, sum heldur, at vinnur B36 á Skála komandi sunnudag, so hava teir í B36 vunnið tríggjar dystir, og hava spælt ein javnan í fýra teimum fyrstu dystunum í øðrum triðingi av kappingini, og tað er meistaraformur.
Um 0-0 dystin í Fuglafirði í dag heldur høvuðsvenjarin hjá B36, Eyðun Klakstein, at talan var um ein linligan fyrra hálvleik, men hinvegin ein lívligan seinna hálvleik har bæði liðini søktu sigurin.
Eyðun Klakstein staðfestir, at tað er ein avbjóðing at hava so nógvar royndar spælarar uttanfyri við skaðum, men hann fegnast samstundis um góðu avrikini hjá teimum ungu spælarunum.
TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna, sum var við Eyðun Klakstein á Rás2 fyrr í kvøld.