Toftamenn skuldu reisa seg aftur eftir at hava tapt móti HB, og grannunum úr Runavík, meðan tað hevur gingið alt annað enn gott hjá argjamonnum higartil í kappingini.
Tískil vóru tað tvey lið í mótgongd, sum hittust á Svangaskarði sunnudagin, og tað sást eisini á spælinum. Tað var sum um vandin fyri at tapa var størri enn viljin at vinna. Bæði liðini hugsaðu um at standa væl í verjuni, og av tí sama var var als onki veiggj í álopsspælinum á Svangaskarði sunnudagin.
Sostatt var tað fult í trá við dystargongdina at liðini býttu stigini millum sín. Toftamenn kunnu ikki brúka javnleikin til tað heilt stóra, meðan argjamenn virkaðu nøgdir við eina stigið. Sum botnlið hevur AB brúk fyri øllum stigum teir kunnu skava saman, fyri at koma vekk frá botninum
Rótut spæl
Frá dystarbyrjan var talan um ein rótutan dyst, við nógvum steðgum. Spælarnir stríddust fyri hvørjum bólti, og av tí sama var trupult hjá báðum pørtum at fáa samanhang í spælið. Bæði liðini spældu nógv við longum sendingum upp til áleyparnar, sum høvdu sera trupular arbeiðsumstøður.
Sjálvt um tað vóru fáir kjansir í fyrra hálvleiki, so komu tó tvey mál. Vertirnir løgdu fyri í 20. minutti, tá teir skoraðu uppá einasta veruliga kjansin teir høvdu í øllum dystinum. Oddur Højgaard, sum spældi í álopinum sendi bóltin aftur um verjuna hjá AB, har ein púra fríður Kristian Anton Andreasen kundi leggja B68 á odda. Men argjamenn svaraðu aftur 10 minuttir áðrenn steðgin, tá Nikolaj Eriksen stútaði bóltin í málið eftir innlegg frá Stig-Roar Søbstad.
Oyðimarkargongd
Var tað rótut í fyrra hálvleiki, so gjørdist tað verri eftir steðgin. Um liðini ikki kláraðu, ella tey ikki vildu mynda dystin, skal vera ósagt. Men tað er ein sannroynd at seinri hálvleikur varð ein oyðimarkargongd, har hæddarpunktið var, tá N´Dende fekk tvey gul kort, og harvið vístur av vøllinum.
Meginparturin av spælinum gekk fyri seg á miðvøllinum, og eins og í fyrra hálvleiki so høvdu áleyparnir hjá báðum liðum ómøguligar arbeiðsumstøður. Av tí sama var ikki ein tann einasti líkinda kjansur seinastu 45 minuttirnar.
Sostatt kundi dysturin millum B68 og AB bert enda við javnleiki. Toftamenn kunnu ikki brúka javnleikin til tað heilt stóra, meðan argjamenn fingu eitt tiltrongt stig í botnstríðnum, og eru nú trý stig aftanfyri uppflytarnar FC Suðuroy og B71.










