Javnleikur á Skála

Mansliðini hjá StÍF og Neistanum spældu javnleik í dag

Bert tann eini dysturin var á skránni í bestu mansdeildini í dag. Hesin var á Skála, har Neistin vitjaði hjá StÍF.

 

Javnleikur gjørdist endaliga úrslitið, men tað var ikki hetta, sum lá í kortunum undan steðginum. Tá var Neistin nevnliga greitt omaná, so skjótt, sum seinni hálvleikur byrjaði, fór heimaliðið at kuta av leiðsluni.

 

StÍF vann seg upp á javnt, og teir megnaðu eisini at toga seg framum, tá fáir minuttir vóru eftir at spæla, men tá megnaði Neistin at svara aftur. Gestirnir vóru á odda tvær ferðir seinastu tveir minuttirnar, men í báðum førum eydnaðist StÍF at javna, so liðini at enda máttu býta stigini ímilum sín.

 

Úrslit í dag

StÍF-Neistin 27-27 (10-16)

 

Í gjár

KÍF-VÍF 31-29

 

Fríggjadagin

Team Klaksvík-H71 21-25

 

Støðan

VÍF 18 stig (11 dystir)

Kyndil 15 (12)

H71 13 (11)

KÍF 11 (11)

Neistin 10 (12)

StÍF 7 (12)

Team Klaksvík 6 (11)