Javnleikur á Skála

Hondbóltur: StÍF og Neistin spældu javnt í fyrru hálvfinaluni í steypakappingini hjá kvinnum.

Fyrra hálvfinalan millum StÍF og Neistan í steypakappingini hjá kvinnum endaði við javnleiki 14-14, eftir at StÍF hevði verið á odda 8-6 í hálvleikinum.

Dysturin var javnur allan vegin, og langt var millum málini.

Bestu málskjúttar hjá Neistanum vóru Inga Danberg og Mildrið Jacobsen við fýra málum í part. Kára á Dunga og Rúna Wardum gjørdu trý hvør.

Hjá strandakvinnum royndist Paula B. Jacobsen best sum málskjútti. Hon gjørdi fimm mál.

Neistin og StÍF endaðu saman við Kyndli grundspælið í landskappingini við sekstan stigum, og einki er enn avgjørt um, hvør av hesum báðum skal spæla móti Kyndli í finaluni.