Javnleikirnir eru sonn marra

Felags fyri liðini, sum seinnapartin hittast á Argjum, er, at tey higartil ikki hava megnað at vinna fulla úrtøku

Klokkan 17 hittast AB og ÍF á Argjum. Felags fyri hesi bæði liðini er, at hvørki teirra hevur vunnið í fýra teimum fyrstu umførunum. AB hevur verið partur av fýra javnleikum. Eftir tríggjar javnleikir tapti ÍF 3-1 í Runavík í 4. umfari.

Hóast ÍF í Adeshina Lawal og Clayton Soares eigur tveir teirra, sum seinastu árini hava skorað flest mál, so ber støðutalvan boð um, at ÍF higartil bara hevur skorað seks mál í fýra dystum.

-Trý stig eftir fýra dystir er ikki ynskibyrjan. Á Argjum verður fjórði útidysturin, og nú vóna vit at vinna fulla úrtøku. Tað er bara spurningur um tíð, áðrenn vit fara at fáa ágóðan av, at vit bæði hava Lawal og Clayton, og tað vóna vit fer at síggjast ímóti AB, sigur Andy Olsen hjá ÍF. Hann hevur í vikuni ligið sjúkur, og tí er tað ivasamt, um hann verður førur fyri at spæla í dag.

 

Í AB eru tey væl nøgd við, at liðið hevur vunnið úrtøku burturúr øllum fýra umførunum, men tað er ikki nóg mikið:

-Tað flytur okkum ikki so nógv, tá ið vit ikki vinna. Nú er tað ógvuliga týdningarmikið at vinna fulla úrtøku á heimavølli ímóti ÍF, og tí møguleikanum rokna vit avgjørt við, verður sagt av Argjum.

AB verjuskansin Dmitrije Jankovic er tøkur aftur eftir skaða, meðan miðverjin Teitur Jóannesarson framvegis er plágaðuar av knæskaða.