Javnleikir til Manchester liðini

Bæði Manchester United og Manchester City spældu 1-1 javnleikir í Champions League í kvøld. Real Madrid og Bayern Munchen vunnu á útivølli, meðan Inter Milan tapti óvanta á San Siro móti turkiskum liðið.

 

Benfica legði seg á odda miðskeiðis í fyrra hálvleiki móti Manchester United. Stutt fyri hálvleik javnaði Ryan Giggs fyri Manchetser United, sum hevði danskaran, Anders Lindegaard, í mál. Hetta er helst torførasti dysturin hjá Manchester United í bólkaspælinum og tí er javnleikurin ongin vanlukka.

 

Manchester City spældi sín fyrsta dyst í Champions League samanhangi í kvøld á heimavølli móti Napoli. Napoli kom á odda, men Manchetser City javnaði við málið, ið serbiski landsliðsleikarin, Aleksandar Kolarov, skoraði.

 

Real Madrid kom betri frá byrjan og vann 1-0 á útivølli móti Dinamo Zagreb. Angel Di Maria skoraði einsamalla málið.

 

Champions League úrslit í kvøld:

 

Bólkur A:

 

Manchester City – Napoli 1-1 (0-0)

0-1 Edison Cavani, 69

1-1 Aleksandar Kolarov, 74

 

Villareal – Bayern Munchen 0-2 (0-1)

0-1 Toni Kroos, 7

0-2 Rafina, 76

 

Bólkur B:

 

Lille – CSKA Moskova 2-2 (1-0)

1-0 Moussa Sow, 45

2-0 Benoit Pedretti, 57

2-1 Seydou Doumbia

2-2 Seydou Doumbia, 90+2

 

Inter – Trabzonspor 0-1 (0-0)

0-1 Ondrej Celustka, 78

 

Bólkur C:

 

Benfica – Manchester United 1-1 (1-1)

1-0 Oscar Cardozo, 24

1-1 Ryan Giggs, 42

 

Basel – Otelul Galati 2-1 (1-0)

1-0 Fabian Frei, 39

1-1 Marius Pena, 58

2-1 Alexandar Frei, 84

 

Bólkur D:

 

Dinamo Zagreb – Real Madrid 0-1 (0-0)

0-1 Angel Di Maria, 53

 

Ajax – Lyon 0-1 (0-0)