- Javnleikir ímóti HB, Víking og KÍ eru góðtiknir

(Ljóðsamrøða frá Rás2) Málskjúttin hjá AB, Símun Samuelsen, er nøgdur við javnleikirnar, sum AB hevur fingið í seinastuni.

Í dystinum ímillum AB og KÍ, sum bleiv spældur á Argjum fyrr í kvøld, var tað Símun Samuelsen, ið skoraði málið hjá AB. Dysturin endaði 1-1.

 

Stutt eftir dystarlok fekk Tróndur Arge orðið á Símun Samuelsen. Símun vísti millum annað á, at hann helt tað ikki vera so galið, at AB í seinastu dystunum hava spælt javnt ímóti Víkingi, HB og KÍ, hóast javnleikir ikki geva so nógv stig.

 

Ljóðsamrøðan frá Rás2 kann hoyrast við at trýsta á pílin undir myndini.