- Formaður Pedagogfelagsins Jarvin Feilberg koyrir fullkomiliga solo, og hann konsentrerar seg um alt annað enn fakfelagspolitikk. Hetta sigur ein sera vónbrotin og ikki sørt hvassorðað Ann Elisabeth Joensen, frítíðarskúlaleiðari, sum eisini var mótvalevni til formansvalið hjá Pedagogfelagnum, tá Jarvin Feilberg varð valdur til formann.
- Fyri at siga tað bart út, so eri eg rættiliga forsyndað inn á formannin og nevndina í Pedagogfelagnum. At felagið boðar frá verkfalli, sum síðani vísir seg at vera forboðið, er bara enn eitt dømi um, hvussu illa stendur til í felagnum, sigur Ann Elisabeth Joensen. Hon heldur tað vera ótrúliga illa umhugsað, at man ikki hevur hugsað um tað, áðrenn man fer út og boðar frá verkfallið.
- Ongin ivi er um, at hann er lopin framav.
Dugur ikki at leiða
Ongin ivi er um, at Ann Elisabeth Joensen og Jarvin Feilberg hava hvør sína áskoðan á, hvussu felagið átti at verið rikið.
- Tá man leiðir, má man tora at skera ígjøgnum. Annars skal man halda seg vekk. Jarvin dugur ikki at halda høvdinum kalt, men letur seg ávirka av stemningum og streymum, og eg haldi virkuliga ikki, at arbeiðið í Pedagogfelagnum er nóg gott, sigur Ann Elisabeth, sum hevur fleiri øki, sum hon finst at.
Ongin kunning
- Tað er ein afturvendandi og generellur trupulleiki, at vit limir fáa onki at vita um, hvussu stendur til, eitt nú í sambandi við samráðingarnar, sigur Ann Elisabeth Joensen. Hon greiðir frá, at heldur ikki álitisfólkini verða kunnað.
- Eg spyrji og spyrji, men álitisfólkið veit ongantíð meira enn vit onnur. Til dømis í morgun, tá ið verkfallið varð avlýst. Eg hoyrdi tað gjøgnum miðlarnar og álitisfólkið visti av ongum, og kundi tí ikki kunna okkum um nakað, sigur Ann Elisabeth, sum eisini fýlist á, at felagið ikki brúkar heimasíðuna.
- Har stendur ongantíð nakað, so tey áttu bara at niðurlagt hana, staðfestir hon.
Jólasølan avlýst
Júst í hesum døgum er nógv jólarok á skránni hjá nógvum stovnum, og vit vita, at bæði jólahugni og kirkjugongd hjá onkrum stovnum varð avlýst í sambandi við fráboðaða verkfallið. Soleiðis var eisini í Fríðtíðarskúlanum í Hornabø, har Ann Elisabeth Joensen er leiðari. Hon greiðir frá, at seinastu tveir mánaðirnir hava børnini framleitt, pakkað og prísað vørur til jólasølu í jólabýnum í miðbýnum í dag og í morgin, har tey hava leigað tvey smá hús at selja úr.
- Nú er hetta avlýst, og eg roknið við at børnini vera sera kedd, tá tey koma oman aftaná skúlatíð í dag. Kanska kunnu vit bjarga einum parti av tí í morgin, men her ganga 67 børn, og tað er ikki bara sum at siga tað at fyrireika eitt slíkt tiltak, sigur Ann Elisabeth, sum heldur tað vera sera torført at halda huginum uppi, tá slíkt hendir.
Helvtin lyftir fyri øll
Eitt annað, sum Ann Elisabeth finst at, er, at hetta er aðru ferð, at bara dagstovnaøkið skal leggja arbeiðið niður.
- Vit eru øll í sama felag, bæði vit á dagstovaøkinum og á serøkinum. Kortini velur man, nú fyri aðru ferð, bara at leggja arbeiðið hjá starvsfólkunum á dagstovnaøkinum niður, sigur Ann Elisabeth, sum heldur, at tað altíð eru tey á dagstovnaøkinum, sum skulu altíð kempa fyri øllum limunum.
- Samráðingarnir fevna um allar limirnar, tí lønarhækkingarnar fevna um allan bólkin, sigur Ann Elisabeth Joensen, sum heldur tað vera sera óheppið, tí pedagogarnir eru so sperdir frammanundan.
- Vit hava so nógv annað at dragast við, so hetta er bara at leggja stein omaná byrðu, sigur Ann Elisabeth Joensen, og vísir millum annað á, at fakliga støðið er nógv ávirkað av at stórur mangul er uppá pedagogar.
Arbeiðsumstøður og løn
Ann Elisabeth sigur, at Jarvin er ikki einsamallur har, men hann er leiðari fyri nevndini og limirnar.
- Vit bæði eru als ikki samd um bygnaðin í felagnum, og eg haldi ikki, at hann røkir sína uppgávu til lítar.
Spurd, hvat hon meinar við, tá ið hon sigur, at hon og formaðurin eru púra ósamd um linjuna hjá felagnum, sigur hon, at Jarvin Feilberg konsentrerar seg alt ov lítið um fakfelagsspurningar, og alt ov nógv um slíkt, sum áhugafeløg áttu at arbeitt við.
- Formaðurin og nevndin brúka orkuna skeivt, tá tey skipa fyri slíkum sum tiltøkum um familjupolitikk í Miðlahúsinum. Hetta er ikki teirra uppgáva. Tey skulu fyrst og fremst røkja áhugamálini hjá limunum í felagnum. Og her hugsi eg um arbeiðsumstøður og ikki minst lønarspurningin – og onki annað, sigur hon.
- Tá Jarvin ikki hugsar um fakfelagspolitikk millum samráðingarnar, so er tað ikki løgið, at tað endar við verkfalli. Men vit hava ongantíð fund um fakfelagspolitikk, sum er essensurin hjá felagnum, sigur Ann Elisabeth Joensen at enda.










