Javni kempar víðari

Týsdagin verður aðalfundur í Javni. - Tíbetur eru fleiri sigrar at fegnast um, sigur Óli Wolles, formaður, undan aðalfundinum

Týskvøldið hevur Javni aðalfund í Miðlahúsinum í Vágsbotni. Á skránni er millum annað val av tveimum nenvdarlimum, og so fara Rósa Samuelsen, landsstýriskvinna í almannamálum, og Maud Wang Hansen, leiðari á Verkstaðnum Vón, at tosa um evnið: "Virkin gerandisdagur - virðismikil menniskju".

Óli Wolles, formaður í Javni, sigur við Sosialin, at felagið hevur fleiri sigrar at fegnast um, nú aðalfundurin stendur fyri framman.

Eitt nú nevnir hann sonevndu Verjulógina, sum Løgtingið samtykti í farnu viku.

- Nú hava vit stríðst og jabbað um hesa lógina í eini 6-8 ár, so tað er ein stórur sigur, at vit fáa hana í hús, sigur Óli Wolles við Sosialin.

Verjilógin tryggjar fólki við breki og øðrum, sum hava tørv á verju, at fáa ein hjálparverja, uttan, at tey tó nýtast at verða ómyndiggjørd. Higartil hevur tað verið soleiðis, at fólk antin vóru myndug ella ómyndug, og sostatt mistu øll síni borgarlig rættindi.

- Nú kunnu tey fáa hjálp eftir tørvi, uttan at missa onnur borgarlig rættindi. Tað er eitt ómetaliga stórt framstig. Til dømis kann ein avvarðandi ella onkur annar, sum brúkarin hevur álit á, fáa formligan myngdugleika at vegleiða og at tala teirra søk í viðurskiftum, sum tey ikki sjálvi megna at umsita. Men uttan at tey missa borgarligu rættindini, so sum valrætt og annað, greiðir hann frá.


Líka kor fyri allar borgarar

Eitt annað mál, sum Javni frøist um, er, at ST-sáttmálin um rættindi hjá einsktaklingum, ið bera brek varð einmælt samtyktur í Tinginum mikudagin.

- Hesin sáttmálin hevur sera stóran týdning fyri okkara brúkarar. Tí hann útgreinar, hvussu eitt land ítøkiliga skal gera, fyri at vanlig mannarættindi eisini skulu koma at fevna um tey, sum bera brek, sigur Óliv Wolles, og vísir millum annað til trupulleikan við atkomu til bygningar, skúlaviðurskifti og borgarlig rættindi fyri fólk við breki.

- Sáttmálin útgreinar, hvussu vit sum samfelag tryggja teimum, sum bera brek, betri sømdir, so teirra livikor verða javntstillað við tey, sum ikki bera brek, sigur Óli Wolles, sum staðfestir, at her hjá okkum er tað serliga á skúlaøkinum, at langt er eftir á mál. Men eisini tá tað snýr seg um verju og kor á arbeiðsmarknaðinum.

Ein arbeiðsbólkur hevur gjøgnumgingið alt lógarverkið hetta seinasta árið. Í arbeiðsbólkinum sat millum annað Laila Solmunde, forkvinna í MBF.


Bústaðir í tøkum tíma

Sambært Óla Wolles, er enn ein sigur komin í hús við bústaðarpakkanum, sum Hans Pauli Strøm tók stig til, og sum Rósa Samuelsen nú hevur borið í Tingið. Hann fer at lata upp fyri nýggjum bústaðarmøguleikin til fólk við serligum tørvi. Eitt nú kunnu felagsskapir sum Javni seta sjálvsognarstovnar á stovn, sum kunnu byggja bústaðir til fólk.

- Vit kundu hugsað okkum at gjørt tað í samstarvi við nakrar kommunur. Men fyrst mugu vit fáa ein fíggingarleist, til dømis sum tann, sum verður brúktur, tá røktarheim verða bygt. So tað verður næsta málið vit fara at arbeiða við, sigur Óli Wolles.

Formaðurin í Javni er sum sagt mest nøgdur við avrikini, sum eru framd í ár. Tó er eitt mál, sum felagið harmast almikið um. Tað er í sambandi við, at lønarafturberingin til fólk, sum eru heima við illa sjúkum børnum, verður skerd, so loft verður sett á upphæddina. Her er talan um børn, sum onki annað tilboð faa frá tí almenna, og tí noyðist annað foreldrið heim at ansa barninum.

- Og hevði tað so ikki verið við so stuttum skotbrái, sigur Óli Wolles, og vísir á, at lógin kemur í gildu longu 1. juli, og tí fáa fólk ikki tíð at umstilla seg til nýggju treytirnar.