Mánakvøldið var aðalfundur í Javna, sum í hesi vikuni verður 28 ár. Fundurin varð hildin á Hotel Hafnia fyri fullsettum høli. Áðrenn sjálvan aðalfundin vóru tveir fyrilestrar á skránni. Diana í Puntabyrgi, sum í nógv ár hevur verið virkin í felagnum bæði sum nevndarlimur og formaður, helt fyrilestur út frá persónligum royndum um støðuna hjá føroyskum menningartarnaðum við sálarbreki. Eyðun Joensen, sálarfrøðingur, helt fyrilestur um sama evni út frá einum fakligum sjónarhorni.
Nevndarval var á skránni á aðalfundinum. Bert ein broyting er í nevndini, sum ikki hevur skipað seg enn. Anna Elisabeth Strøm fór úr og Guðny Guðmundsson kom í nevndina. Nevndin er henda: Jóna Dahl, Jóan Pauli Poulsen, Leivur Michelsen, Gunnvá Haraldsen og Guðny Guðmundsson. Skrivari er Eyð Hansen. Aðalskrivari hjá Javna er Finnur Helmsdal.