Tey mugu vera fá, sum ivast í, at virksemið hjá Javna er so stórt sum ongantíð áður, eftir at ársfrágreiðing felagsins varð framløgd á aðalfundinum leygardagin. Aftrat skrivstovuarbeiðinum, sum sum eitt fólk tekur sær av 12 tímar um vikuna, hevur felagið sett ein dagligan leiðara, sum hevur ábyrgdina av skrivstovuni, og annars arbeiðir út frá teimum málsetningum verða settir. Haraftrat kemur nevndin, sum eisini ger eitt stórt arbeiði.
Ongin formaður
Á seinasta aðalfundi kom javni í ta óhepnu støðu, at ongin formaður varð valdur. Nevndin var ikki vís í, hvussu tey skuldu arbeiða, so í eini roynd at fáa arbeiðið meiri skipað og málrættað, settu tey seg í samband við sakføraran, Jens Wang. Og eitt beinleiðis úrslit av hesum samstarvið er starvsetanin av Annlis Bjarkhamar, sum dagligur leiðari.
- At dagligi leiðarin varð settur, lætti munandi um formansarbeiðið, tí Annlis tekur sær av øllum teimum praktisku uppgávunum. Tí játtaði eg á eykaaðalfundinum í november at yvirtaka formanssessin. Soleiðis greiðir Lis í Niðristovu Eklund frá, um hví hon valdi at taka við formanspostinum.
Ársfrágreiðingin
Lis byrjaði ársfrágreiðingina við at greiða frá skrivstovu arbeiðinum. Aftrat vanliga pappírsarbeiðinum, virkar skrivstovan í dag sum vegleiðandi og ráðgevandi skrivstova, og eru tey glað fyri í Javna, tí sum forkvinnan segði, so er tað gott at fólk føla, at Javni er eitt stað, har ein kann søkja sær ráð og vegleiðing.
Ein stórur partur hjá arbeiðinum hjá Javna fer við myndugleikasamskifti. Sum tað framgekk í ársfrágreiðingini, so eru tað serliga trý mál, ið hava fylgt meir enn onnur.
Broytingaruppskotið til forsorgarlógina og dagstovnalógina er eitt mál. Eitt annað mál er dagtilhaldið fyri tey eldru, og triðja málið er spurningurin um ómynduggerð av menningartarnaðum.
Uttan at koma so øgiliga nógv nærri inn á tey einstøku málini, kunnu vit her siga, at í samband við dagtilhaldið, so eydnaðist tað teimum at fáa tað opnað aftur. Hvat broytingaruppskotinum viðvíkur, so boðaðu tey á fundinum frá, at tey fylgja væl við gongdini í málinum. Í triðja málinum greiddi Lis frá, at boð vóru send donsku myndugleikum, um at gera donsku lógina klára at leggja fyri løgtingið komandi tingsetu.
Dynamiskur felagsskapur
Seinasta árið hevur Javni havt eina rúgvu av tiltøkum. Sum nakað heilt nýtt skipaðaði felagið fyri jólaguðstænastum í Havn, Vági, Klaksvík og á Glyvrum. Hetta var eitt vældámt tiltak, og ætla tey at halda fram við hesum. Men áðrenn jólini nærkaðust - einaferð síðst í september - hevði felagið eisini tveir væleydnaðar temadagar um menningartarnað við sálarligum trupulleikum.
Í februar høvdu tey eitt sokallað systkinaskeið, sum sálarfrøðingurin, Terji Kollsker, og Angela tóku sær av.
Eitt annað, sum felagið hevur lagt nógva orku í, er at fáa eina sonevnda barnamappu. Hetta er ein mappa til foreldur, sum fáa menningartarnaði børn, har tey fáa at vita hvørjir møguleikar standa teimum í boði í Føroyum. Henda mappan er við at koma upp undir land, og er tað Annlis Bjarkhamar, sum hevur skrivað alt tilfarið. - Men ein mappa av hesum slagnum er ikki ókeypis, og tí eru vit takksom fyri fíggjarliga góða stuðulin, vit har hava fingið.
Í samband við 35 ára hátíðardagin í næstum, hevur Javni eisini fingið eitt nýtt búmerki. - Vit halda at tað er rættiliga týdningarmikið, at vit vísa úteftir, at vit eru ein livandi og dynamiskur felagsskapur. Hetta gera vit millum annað við at endurnýggja okkum við einum nýggjum búmerki, sigur forkvinnan í Javna, Lis í Niðristovu Eklund.
Tað seinasta sum kom fram á fundinum var, at Javni hevur tikið støðu til at byggja eitt nýtt frítíðarheim. Gamla frítíðarheimið í Skrivaragøtu er vorið ov trongt, og tí ynskja tey at flyta í nýggj hølir. Enn eru tey bert í gongd við fyrireikandi arbeiðið í hesum, men eru tey tó komin so mikið langt, at tey hava fingið grundstykkið har heimið skal byggjast. Bæði Runavíkar og Tórshavnar komu hava bjóðað kommununum eitt grundøkið, so á eykaaðalfundinum í næstum skulu tey taka støðu um, hvar byggjast skal.