Ójavnasta leikskráin í 20 ár

Arsene Wenger heldur lítið um jólaleikskránna í Premier League í ár

Í Onglandi er í hesum døgum ein stór ónøgd millum venjararnar í Premier League um tøttu jólaleikskránna, sum nú er við at vera farin afturum.

 

Serliga er tað lítla hvíldin sum er millum dystirnar sum er stóra høvuðpínan hjá teimum flestu venjarunum sum úttala seg.

 

Og í dag úttalar enn ein venjari um tøttu jólaleikskránna. Hesaferð tann mest royndi venjarin í Premier League yvirhøvur. Arsene Wenger, Arsenal venjari, sigur í samrøðu við BBC.

 

-       Í tey 20 árini sum eg havi starvast sum venjari í Premier League, er hetta tann mest ójavna leikskráin sum nakrantíð hevur verið. Munurin á hvílidøgum hjá feløgunum er ófatuligur.

-       Tað tykist ikki longur sum um at tað er Premier League sum leggur skránna skilagott saman, men heldur sjónvarpsrásirnar sum leggja teir soleiðis sum teir passa best fyri tær. Men tað er tó ein støða sum vit mugu góðtaka – eisini tað at summi lið eru hepnari enn onnur við skránni, sigur Arsene Wenger.

 

Í kvøld klokkan 19:45 skulu Arsene Wenger og Arsenal spæla á útivølli móti Bournemouth.