Javnarflokkurin vil sleppa av við útisiglarar

Nú vil Javnarflokkurin hava, at allir føroyingar skulu gjalda inn í eitt slag av einum grunni, sum teir kallað Fólkatrygd (hugskotið er allarhelst komi frá Norra).

Teir eru komnir fram til, at nú kunnu teir áleggja øllum útisiglaraum eitt slag av skatti, soleiðis at landi kann fáa meiri inn í landskassan. Javnarflokkurin hevur í longri tíð, leita eftir einum hátti, at fáa pening frá teimum sum sigla úti í heimi og halda teir ivaleyst at hettar er leisturin.
Hví skulu vit sum hava valt at sigla úti straffast av Javnarflokkinum?
Tá ið ein er barn, so fær ein at vita frá foreldrum sínum, at útbúgving er lívs neyðug um ein skal hava nakran kjans víðari í lívinum. Vit hava so valt skipsførara og aðrir maskinmeistara. Vit fara út at sigla undir somu treytum sum okkara kollegar gera, og somuleiðis koyra vit eftir somu sáttmálum sum teir gera. Nú vil Aksel, við fylgi, hava at vit gjalda 10 % aftrat til landið aftrat tí vit longu gjaldað har vit sigla og skulu so sigla saman við okkara kollegum og fáa 10% minni í úrtøku enn teir. Kundi hugsa mær at fingið at vita frá Akseli, hví vit ikki skulu hava sama nettovinning sum okkara kollegar úr Skandinavia.
Við skulu minnast til, at vit hava minni keypi orku enn okkara kollegar, tí at so at siga alt her í landinum er dýrari enn hjá teimum. Skulu vit nú eisini gjalda 10% aftrat, so verður alt ov stórur munur á og so verður tað endaliga úrslitið, at teir sum sigla úti flyta av landinum og hvat er so vunnið. Vil Javnarflokkurin hava at teir sum sigla úti skulu flyta, ja so er bert at seta teirra ætlan í verk.
Um teir sum sigla úti ikki vóru her, so hevði t.d Atlantsflog ikki havt eina tað einastu krónu í yvirskotið, og so kundu vit bara fyristilla okkum hvør skuldi havt goldið.
Øvundsjúkan er tann í drepur og eg byrji at lukta okkurt sum líkist øvundsjúku frá Javnarflokkinum. Um tað er so, at landi er blivi ov dýrt at reka, so mugu tit seta tykkum niður og viðgera hvat er neyðugt at hava hjá samfelagnum Føroyar. Tit koma aldrin á mál, um tit ætlað at skatta tykkum til tað endaliga úrslitið.
Fólkið í landinum hevur valt ymiskar lívsleiðir og tað mugu tit eisini góðtakað.
Hví kunnu øll sum arbeiða ikki gjaldað sama skattaprosent í skatti tildømis(40%), har so tey sum hava inntøkur lægri enn 200.000 kr hava ein botnfrádrott. Hví skulu tey sum stremba eftir at tjena pengar, straffast afturfyri. Hattar er ein heilt skeivur tankagangur og um tit í Javnarflokkinum vilja hava tað soleiðis, so kemur hetta samfelagið aldrin at reisa seg.
Nú tað stundar framm ímóti vali, so kundi verði áhugavert fyri okkum sum sigla úti, at fingið at vita hvussu støðan hjá hinum flokkunum er fyri uppskotinum hjá Javnarflokkinum.