Í hesum valstríðnum hava ávísar kreftir eittans endamál: Tað skal ikki snúgva seg um úrslit. Í staðin skal valið snúgva seg um, hvør er rættur føroyingur og ikki. Hvør er ein "loysingarrødd" og hvør er ein "sambandsrødd".
Orsøkin er einføld: Tá tað snýr seg um úrslit - so vinnur Javnaðarflokkurin.
Trupulleikin er bara, at tað, sum hevur týdning fyri vanlig fólk, júst er ítøkilig úrslit.
Tí er so trupult at grugga.
SS á mynd
Men nú hava hesi fólk funnið funnið eitt nýtt vápn: Á eini mynd á netinum stendur ein maður í Sea Sheperd klæðum tætt við Helle Thorning Schmidt!
So er at brúka tað sum best: Danski forsætisráðharrin má vera í parti við Sea Sheperd! Og tá Javnaðarflokkurin stuðlar henni, má hann eisini vera tað!
Erasmus Montanus hevði ikki argumenterað betri!
Men hesi fólk vita væl, at forsætisráðharrin er á túsundtals myndum saman við túsundtals fólkum. Og at hon IKKI er samd við teimum øllum.
SS í geglið!
Her er veruleikin:
Løgreglan er danskt málsøki. Hon liggur undir danska løgmálaráðnum, sum hevur havt sosialdemokratiska leiðslu farnu fýra árini.
Allir føroyingar vita, at tá Sea Sheperd vóru her í summar, gjørdi henda løgregla alt hon kundi til tess at forða fyri, at Sea Sheperd gjørdi nakran skaða.
Ógvuliga nógvur peningur varð brúktur til tess at verja føroyskt grindadráp móti hesum ófriðarkroppum. Og tá grindin var hildin til á Sandi, blivu fleiri Sea Sheperd-limir handtiknir.
Javnaðarflokkurin fer IKKI at stuðla nakrari stjórn uttan so, at løgreglan loysir hesa uppgávu líka væl næstu ferð. Men tað eru vit ikki í iva um, at hon fer at gera.
Tað er ÚRSLIT.
Øsingin um hasa myndina er enn ein roynd at tosa um alt annað enn úrslit.









