? Á fundi mikukvøldið kundu limirnir í Suðurstreymoyar Javnaðarfelag velja millum 17 innkomnu uppskotini til listan, sigur Anna Johannesen, sum er formaður í felagnum.
Listin sær soleiðis út:
Magni Dalsgaard, Tórshavn
Bergur P. Dam, Tórshavn
Jákup Danielsen, Tórshavn
Eyðólv Dimon, Hoyvík
Bjørghild Djurhuus, Argir
Hans Martin Hansen, Nólsoy
Katrin Dahl Jakobsen, Tórshavn
Eirikur Lindenskov, Tórshavn
Kristian Magnussen, Tórshavn
Heri Niclasen, Tórshavn
Joan Ziskason, Hoyvík
Anna Johannesen sigur, at felagið hevur sett arbeiðsbólkar at taka sær av valfyrireikingunum, og at felagið hevur funnið sær høli miðskeiðis í Havnini.
Felagið fer m. a. at skipa fyri fleiri limafundum og tiltøkum, har øll javnaðaráhugað er vælkomin, sigur Anna Johannesen.