Tey leggja doyðin á í Javnaðarflokkinum. Eingin ivi skal verða um, hvørt tey ætla sær at berjast fyri at fáa mann valdan í Suðursteymoy og helst fleiri.
Tí hevur Suðurstreymoyar Javnaðarfelag leiga bygningin í N. Finsensgøtu 12, har DER fyrr helt til, hetta til valið.
Hølið skal virka sum valmiðstøð. Millum annað stendur valmiðstøðin fyri útgávuni av teimum javnaðarbløðunum, sum verða send í hvørt hús í landinum, upp til valið.
Men harafturat virkar hølið eisini sum Javnaðarkafé.
Her hava havnarfólk, og onnur við, møguleikan at støkka inn á gólvið fyri at fáa sær ein kaffimunn og eitt prát við valevnir.
Borðreitt verður við køkum og kaffi
Opið er allar dagar frá klokkan 10 á morgni til klokkan 10 á kvøldið.
Valevnini skipað eisini fyri fundum um ymisk evnir, og føst skrá er løgd fyri hetta fram til valið.
Í kvøld skipar Eirikur Lindenskov fyri og hann fer millum annað at práta um útbúgvingar- og ungdómsviðurskiftir.
Í annaðkvøld skipar Suðurstreymoyar Javnaðarfelag fyri hugnakvøldi fyri øllum javnaðaráhugaðum í Javnaðarkaféini.
Byrjað verður klokkan 19.30 og borðreitt verður við smyrjibreyði og øðrum góðum.
Sunnukvøldið klokkan 20 verður høvið at hitta Jóannes Eidesgaard og allir spurningar eru viðkomandi.
Mánakvøldið klokkan 19.30 er Joan Ziskason vertur í kaféini. Evnið hetta kvøldið er heilsupolitikkur, m. a. viðurskiftini á Landssjúkrahúsinum.










