Javnaðarflokkurin á fólkatingi

Í hesum stutta valstríði tykist tað at hava loypt kvøkk á aðrar flokkar, at Javnaðarflokkurin hevur boðað frá, at umboð floksins á fólkatingi skal standa frítt og skal ikki eins og umboð Sambandsflokksins og Fólkaflokksins lata seg innlimað í danskan tingbólk

Hóast henda støða floksins varð framført fleiri ferðir í orðaskiftinum mánakvøldið, so helt Helena Dam á Neystabø fram við at tosa, sum um hetta ikki var sagt. Tað var sum um argument hennara vóru oyðiløgd, og hon dugdi ikki at finna upp á annað.

Og nú síggi eg í Dimmalætting, at støða Javnaðarfloksins hevur fingið »gamla« íspegilin í Sambandsflokkinum, Paula Ellefsen, upp at gartera. Tað fyrsta eg hugsaði, tá eg sá greinina hjá íspegili sambandsfloksins, var: » Tá hann reagarer so, mugu vit í Javnaðarflokkinum helst vera á rættari leið«.

Javnaðarflokkurin hevur havt umboðan á Fólkatingi í mong ár, og umboð flokksins hevur øll tey nógvu árini luttikið í vanliga fólkatingsarbeiðinum, tí øll lóggáva á felagsøkjum skal gjøgnum fólkatingið fyrst, áðrenn hesar lógir verða lagdar fyri løgtingið og samtyktar har.

Hesum arbeiði vil umboð javnaðarfloksins framhaldandi luttaka í, men vit innlima okkum ikki í danska tingbólk, tí so nógv er hent hesi síðstu árini.

Vit vita nú, at longu fyri seks árum síðani løgdu danir ? politikarar og embætismenn ? ætlanir fyri Føroya framtíð, uttan við einum orði at gretta hetta fyri okkum føroyingum, hvørki í Danmark ella í Føroyum. Ætlaninar frá 1992 hava verið fylgdar til minsta smálut, og í hesum fjalda virksemi luttóku høgra og sum vinstra síða í fólkatinginum.

Tað átti ikki at borið til hjá nøkrum føroyskum politikara í hesum døgum uttan nakað at farið upp í nakran tingbólk á fólkatingi, líka mikið um hesin er borgarligur ella vinstraflokkur. Tað er at bíta høvdið av allari skomm, gera føroyingar tað.

Latið okkum nýta hetta fólkatingsval at siga frá, at danskir flokkar skulu ikki dúva uppá eitt norðuratlantiskt mandat.

Vilt tú tryggja føroyingum eitt umboð á fólkatingi, og ikki einum donskum flokki eitt mandat afturat, so vel javnaðarflokkin 11. mars.