Í dag eru júst 50 ár síðani, at vit fingu eina føroyska almannastovu. Í hálva øld hevur Almannaverkið verið ein hornasteinur í føroyska vælferðarsamfelagnum og hevur veitt týðandi tænastur til borgarar í øllum aldri.
Vit vilja serliga takka øllum teimum dugnaligu starvsfólkunum, sum hvønn dag – alt samdøgrið, alt árið – gera ein veruligan mun fyri fólk. Hesi starvsfólk hava við sínum arbeiði tryggjað, at fólk fáa neyðugu hjálpina og stuðulin, tey hava tørv á.
Almannaverkið hevur hesi árini dugað framúr væl at laga seg eftir tørvinum í samfelagnum og áhaldandi ment tænasturnar samsvarandi. Serliga tænasturnar eru blivnar fleiri og fevna í dag um nógv fleiri fólk enn áður.
Við stórum avbjóðingum fyri framman, eitt nú vaksandi eldrafjøld og fleiri ungum og vaksnum, sum stríðast við sálarligum sjúku, eru vælferðartænasturnar undir trýsti. Økti tørvurin á veitingum og tænastum er fyrst og fremst ein avbjóðing hjá teimum, sum eru rakt, men merkir eisini, at Almannaverkið má flyta seg sum stovnur.
Hesa uppgávu hava leiðsla og starvsfólk veruliga tikið á seg. Í síðstu viku var tingmanningin hjá Javnaðarflokkinum á vitjan í Almannaverkinum til framløgu um framfýsnu ætlanirnar, sum liggja fyri framman, so vit framhaldandi kunnu varðveita og menna føroyska vælferðarsamfelagið.
Hjartaliga tillukku við teimum 50 árunum!
Javnaðarflokkurin