Javnaðarflokkurin vann í Vági

Javnaðarflokkurin fekk 31,5 prosent av atkvøðunum í Vági. Dennis Holm fær tvífalt so nógvar atkvøður sum forkvinnan

Sambandsflokkurin og Tjóðveldi hava stóra afturgongd í Vági, har Fólkaflokkurin eisini gongur fram til 17,1 prosent.

Vert er at leggja til merkir, at hjá Tjóðveldi er tað Dennis Holm, sum er toppskorari hjá Tjóðveldi í Vági. Hann fekk 123 atkvøður, tvívalt so nógv, sum forkvinnan í Tjóðveldi, Sirið Stenberg, sum fekk 66 atkvøður.

Erhard Joensen hjá Sambandsflokkinum fekk 145 og Dagfonn Olsen í Javnaðarflokkinum fekk 73 atkvøður í Vági.

 

##med2##