Klokkan 19 í kvøld fara valevni úr Fólkaflokkinum og Javnaðarflokkinum at kjakast um námsfrøði, vinnupolitikk, familjuviðurskifti og ungdómspolitikk.
Søguliga standa hugsjónirnar hjá flokkunum í stórari andstøðu við hvørt annað, har annar er vinstrahallin samríkisflokkur og hin borgarligur loysingarflokkur. Undir hesum valdystinum hava báðir flokkar tó sett skattalætta til lág og miðallønt fremst í valskráir sínar, og minna alsamt meiri um hvønn annan innan sosialpolitiska øki.
Í kvøld verður spennandi at síggja, hvørt søguligu ideologisku munirnir verða funnir fram aftur, nú einans seks dagar resta í til valdagin. Tað serstaka við hólmgonguni flokkarnar ímillum er, at flestu av luttakandi valevnunum stilla upp fyri fyrstu ferð.
Hólmgongan byrjar klokkan 19 í Miðlahúsinum, og verður somuleiðis varpað á nýggja sendinetinum hjá Rás2 - á 88.7 í Norðoyggjum, 98.7 í Suðurstreymoy ella stroyma á midlar.fo.
Tey luttakandi vera:
Námsfrøði
Marin S. Bláberg, Fólkaflokkurin
Djóni Nolsøe Joensen, Javnaðarflokkurin
Vinnupolitikkur
Jógvan K. Olsen, Fólkaflokkurin
Signar Nielsen, Javnaðarflokkurin
Familjan
Sólvit E. Nolsøe, Fólkaflokkurin
John av Reyni, Javnaðarflokkurin
Ungdómspolitikkur
Tummas Larsen, Fólkaflokkurin
Oda K. Strøm, Javnaðarflokkurin