Javnaðarflokkurin førir útjaðarapolitikk

Eg havi latið meg stilla upp fyri javnaðarflokkin, tí eg haldi at hann er einasti flokkur, sum í stevnu sínari hevur ein veruligan útjaðarapolitikk.

Javnaðarflokkurin hevur talað og talar um at møguleikarnir at búgva í útjaðarøkjunum skulu bøtast, soleiðis at fjarstøðan skal ikki forða búseting.

Ferðasambandið til útjaðaran skal bøtast soleiðis, at tað ber til at fara til arbeiðis hvønn dag, eisini higani úr Skúgvi.

Tað skal vera ein javnari ferðakostnaður, soleiðis at tann stóri munurin, jú longri tú býrt burtur frá miðstaðarøkinum ikki verður so ógvusligur sum nú.

Tann stóri ójavnin á frakt, sum t.d. ger at ein litur av olju kostar eini 40 oyru meira enn á miðøkinum, skal burtur, og annars skal tað ikki vera dýrari í heila tikið at búgva í útjaðaranum, har hentleikarnir eru færri enn á miðøkinum.

Okursprísirnir at sleppa av við landbúnaðarvørur t.d. úr Skúvoy skulu minkast.

Javnaðarflokkurin ætlar eisini at gera tað liviligari hjá teimum gomlu, sjúku, faðir- ella móðurleysu og hann ætlar at bøta um lestrarstuðulin hjá børnum undir 18 ár.

Javnaðarflokkurin miðar eisini ímóti, at jørðin, sum er avgerandi fyri at fólk vilja búgva í útjaðaranum, fylgir bygdini. Hann heldur tað vera skeivt at peningasterkir menn í miðstaðarøkinum liggja og lúra eftir nærum hvørjari gyllin, sum er til sølu í útjaðaranum, tí teir hava fragd í at stuttleika sær har um sumrarnar, og annars taka av tí tilfeingi, sum er á staðnum.

Tann aldargamla siðvenjan at fara á flot og eiga bát skal varðveitast, so at hetta kann vera eitt ískoyti til tað, sum fæst av landinum.

Annars skal eingin ivi vera um, at útjaðarin liggur ógvuliga frammarlaga í ætlanum hjá javnaðarflokkinum, og tí eiga skúvoyingar at fylkjast um hann.

Eg fari at ynskja tykkum eitt gott val.


Tummas Frank Joensen

valevni hjá javnaðar-

flokkinum